Peder Jacobsen ella Pætur Jákupsson verður nevndur í Løgtingssøgu og Jarðarbókini frá 1584, sum er elsta varðveitta føroyska jarðarbók. Pætur Jákupsson var Kongsbóndi í Gjørðum, Vetrarfúti 1584, Løgmaður frá 1588, umframt hetta var hann Kongsbóndi yvir allan Kirkjubøargarð, átti jørð Á Lað í Froðba, í Hovi og nógv í Porkeri.
Er tað nakar, ið hevur eina hóming til eina keldu, har ein kann finna útav um tað ber til at fara longur aftur? Hetta er bert ein giting men somuleiðis ein væl grunda giting, tí løgmenn tá komu bert frá teimum stóru familjunum kring landið, og tað vóru nakrir løgmenn úr suðuroy frammanundan Pætur, so tað er møguligt, at tey eru í ætt, sum ger hesa ættina ein teirra elstu í føroyum.